Landsdystur ímóti Íslandi á fjórða sinni, og síðani langhyljalega

So er tað tíð til landsdyst aftur, í morgin 13. oktober 2012 frá kl 16 fara 16 føroyingar at royna seg ímóti 16 íslendingum, í 2 ímóti 2 holmgongu í Sundlaug Kópavogs. Kjansurin at vinna á íslendingum er nokk rættiliga lítil, tí liðið er nakað vikna í mun til undanfarin ár, men okkurt stikk munnu vit fara at kunna taka 🙂

GG! Landsdysturin verður sendur beinleiðis á SportTV.is. Tey byrja við innmarsji kl 16:50 føroyska tíð.

CIMG0904

Skráin til landsdystin ISL-FAR 2012:

Menn

  • 400 blandað
  • 200 rygg
  • 50 frí
  • 100 firvald
  • 100 bringu
  • 400 frí
  • 4×50 blandað

Kvinnur

  • 50 firvald
  • 100 frí
  • 200 blandað
  • 100 firvald
  • 100 bringu
  • 50 rygg
  • 4×50 blandað

At enda verður traditionella ‘finalan’ 8×50 frí mix (t.e. bæði menn og kvinnur)

Føroyskir landsliðshópurin eru hesi:

  • Markus Joensen, HS
  • Óli Mortensen, HS
  • Alvi Hjelm, Ægir
  • Eyðbjørn Joensen, SuSvim
  • Bartal Hestoy, HS
  • Sigmund Mørkøre, Ægir
  • Tummas J. Danielsen, HS
  • Birita Debes, Ægir
  • Poula Ø. Mohr, HS
  • Astrið Foldarskarð, Ægir
  • Turid Christiansen, Ægir
  • Guðrun Mortensen, SuSvim
  • Kristina Elin Thomsen, SuSvim
  • Jonna B. Thomsen, Ægir
  • Kristina Eliasen, HS
  • Pál Joensen, SuSvim

Venjarar og leiðarar:

  • Jón Bjarnason
  • Petur Heðin á Fløtti
  • Kristian Martin Joensen
  • Elin Olsen
  • Eyðdis Vestergaard
  • Eyðun Húsgarð

Íslendska liðið eru upplistaði her á sundsamband.is, tað eru fleiri av teimum sum vit hava møtt fyrr, íroknað onkran OL-luttakara, ahem.

Hartil fara 15 aðrir svimjarar at luttaka á eftirfylgjandi venjingarlegu, nú í heystferiuni:

  • Cecilia Eysturdal, Ægir
  • Victoria Eysturdal, Ægir
  • Marius Gardshodn, HS
  • Lív Eidesgaard, SuSvim
  • Annika S. Olsen, HS
  • Signhild Joensen, Ægir
  • Sólrun Kjærbo, SuSvim
  • Ásbjørg Hjelm, Ægir
  • Lena Rannváardóttir, HS
  • Róland Toftum, SuSvim
  • Hjarnar Randrup, SuSvim
  • Bjartur Randrup, SuSvim
  • Helgi á Fløtti, Ægir
  • Rutt Agnarsdóttir, HS
  • Beinta Debes, HS

Íalt eru tey 33 sum fara úr Vágum í morgun, Pál Joensen sum kemur úr Danmark, og so trý afturat sum bíða til mánamorgunin vegna ferming nú í vikuskiftinum. Ein hópur á 37, tá ið tey eru sum flest.

Venjingarlegan endar fríggjadagin 19. oktober, tó so at 6 svimjarar tá fara at royna seg á World Cup stevnu í Berlin. Meira um tað seinni 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.