Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2012

Kravtíðirnar til NJM, NM og HM á stuttgeil síggjast nú her á ssf.fo, sum samtyktar av starvsnevnd SSF. Talan er um Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna fyri gentur 97-98 og dreingir 95-96, umframt Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri teir tríggjar árgangirnar eldri enn hesar, og so sjálvsagt HM á stuttgeil í Istanbul, allar stevnunar um somu tíð í desember mánaða.

DSC07154

Tíðirnar eru roknaðar sum í fjør, við at rokna ‘trend’ á veikastu heiðursmerkjatíð á viðkomandi stevnum, og so leggja sama prosentsats afturat, sum til NJM, NM og EMS í fjør. Og kravtíðirnar skulu so klárast sum í fjør, frá og við seinastu stevnu av sama slag, til og við úttøkustevnuna í Klaksvík hin 3. – 4. november 2012.

Tað er ikki yvir at dylja, at fleiri longu hava klára kravtíðirnar til NJM og NM, umframt nøkur til HM. Støðið á okkara svimjarum er sera høgt, so mikið høgt at vit faktiskt kunnu vænta okkum í øllum førum finalupláss og kanska heiðursmerki, hjá bæði gentum og dreingjum til NJM, og kanska hinum stevnunum eisini.

Ger viðmerking