Akihiro Yamaguchi nýtt heimsmet í 200 bringu

Hin bara 18-ára gamli Akihiro Yamaguchi setti í gjár nýtt heimsmet í 200 metra bringusvimjing, á Japanese National Sports Festival í Gifu. Hann var líka við at gerðast fyrsti svimjari undir 2:07 (á langgeil), við tíðini 2:07.01, har heimsmetið hjá Dani Gyurta frá OL í London var 2:07.28. Les t.d. SwimmingWorld Magazine.

Sum vit síggja her frá splitt-tíðunum, so var tað ein óførur síðsti 50 metur hjá Yamaguchi sum tók hann framum heimsmetið hjá Gyurta, Yamaguchi síðsti 50 uppá 32.23 har Gyurta svam 33.12.

  • Yamaguchi 29.16 – 1:01.72 – 1:34.78 – 2:07.01
  • Gyurta 29.19 – 1:01.56 – 1:34.16 – 2:07.28

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.