Startlisti til HS-stevnuna 15. – 16. september 2012

Nú leygardagin og sunnudagin skipar Havnar Svimjifelag fyri fyrstu stevnu eftir summarferiuna, í Svimjihøllini í Gundadali. Vit síggja lukkutíð eina rættiliga holla uppmøting, úr Ægir, Suðuroyar Svimjifelag, Reysti og Havnar Svimjifelag, har tær til dømis eru einar 35 sum svimja 50 frí, og teir einir 24 sum svimja 100 frí. Stevnan fær eftir ætlan eisini rættiliga stóra ávirkan á hvør sum verður úttikin til landsdystin ímóti Íslandi í Íslandi í heystferiuni, so tað verður bara spennandi.

DSC04235

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.