Innbjóðing til Kaldbakstriathlon 8. september 2012

Leygardagin 8. september kl 14 skipar Føroya Triathlon Felag á fyrsta sinni fyri triathlon-kapping har svomið verður á sjónum. Kappast verður í Kaldbaksbotni, har startur og mál er á keiini í Kaldbaksbotni, á OL- og Sprint Triathlon-teinunum, har tú á OL-teininum kanst royna eftir kravtíðini til OL 2013 á Bermuda, sum er 2 tímar og 15 minuttir hjá monnum og 2 tímar og 25 minuttir hjá kvinnum. Sí innbjóðing á Facebook.

The start of the Rhodes 2007 Island Games triathlon

OL-teinurin er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning
Sprint Triathlon er 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning

Skipað verður fyri felagsvenjing á sjónum í Kaldbaksbotni týskvøldið 28. august og týskvøldið 4. september kl 18:30, har tey royna rutuna. Øll eru vælkomin við, sí HS-Rørsla á Facebook.

Ger viðmerking