IOC umhugsar fleiri sprintgreinar á OL í Rio 2016

Tað hevur leingi verið tosað um at 800 meturin hjá kvinnum á OL skal skiftast út við 1500 sum hjá monnum, so at munur ikki verður gjørdur á kynunum. Men hartil umhugsar altjóða olympiska nevndin IOC sambært SwimSwam at víðka 50-metra-greinarnar til eisini at umfata firvald, rygg og bringu, sambært teirra keldum við 70% kjansi fyri at tað hendir. Orsøkin skal vera at hóast nógv ilskast um mongu heiðursmerkini í svimjing, og man tí ikki væntaði at fleiri greinar fóru at verða loyvdar, so er svimjingin samstundis ein tann størsta inntøkukeldan hjá OL … ein ‘cash cow’, sum tað kallast á enskum máli.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.