Ógrundaðar ákærur móti Svimjisambandi Føroya og stuðlum tess

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í Sosialinum mánadagin 6. august 2012 ákæra formaðurin í Suðuroyar Svimjifelag og venjarin hjá felagnum, Svimjisamband Føroya fyri at misnýta Pál Joensen. Hesar og aðrar álvarsamar ákærur frá teimum báðum kunnu ikki fara aftur við borðinum ósvaraðar. Stutt sagt so kunnu vit í Svimjisambandinum avvísa allar ákærurnar, ið verða setta fram í greinini, bæði móti Svimjisambandinum og Tryggingarfelagnum.

Tryggingarfelagið Føroyar og Svimjisambandið hava havt stuðulsavtalu seinastu fýra árini. Aftaná framúr úrslitini í Budapest 2010, var stuðulsupphæddin frá Tryggingarfelaginum og hinum báðum stuðlunum væl og virðiliga hækkað. Tryggingarfelagið hevur verið en hollur stuðul og samstarvsfelagi hjá Svimjisambandinum og umframt stuðulssupphæddina hava tey altið verið fús at lata aðrar tænastur. Millum annað hevur Tryggingarfelagið fleiri ferðir skipað fyri móttøkum, tá ið svimjarar okkara, við Páli á odda, eru komin heim við framúr úrslitum.

Sambært sáttmála

Í sáttmálanum millum Svimjisambandið og Tryggingarfelagið stendur, eins og í avtalunum við hinar stuðlarnar, at landsliðssvimjarar eftir nærri avtalu við Svimjisambandið kunnu brúkast í lýsingarátøkum. Lýsingarátøkini hjá Tryggingarfelagnum og Vodafone fram móti og undir Olympisku Leikunum eru sambært avtalu við Svimjisamband Føroya og við loyvi frá Donsku Olympisku Komiteiini. Tað er ikki sørt, eg sum formaður i Svimjisambandi Føroya eri stoltur av tí framúrskarandi profilering av Páli Joensen og føroyskari svimjing, sum Tryggingarfelagið hevur gjørt seinasta mánaðin.

Avmaktin

Tá ein hyggur nærri at ákærunum móti Svimjisambandinum og stuðlinum, so er eingin ivi um, at tað er avmaktin og frustratiónirnar, ið tosa. Hjá Svimjisambandinum, svimjifeløgunum og einstøku ítróttarfólkunum er tað sera trupult at fáa stuðulsavtalur. Lat meg sláa fast, at Svimjisamband Føroya sjálvsagt ongantið hevur lagt nakrar forðingar fyri svimjifeløgini ella svimjarar at gera stuðulssavtalur.

Í februar 2012 var Svimjisambandið og vitjaði øll limafeløgini, har nógv ymisk evni vóru tikin upp. Tann 8. juni høvdu vit aðalfund, har roknskapurin millum annað var góðkendur og fíggjarstøðan annars umrødd. Til hesi høvi var ikki gjørt vart við ta ónøgd, ið nú kemur fram í greinini í Sosialinum. Um nakað svimjifelag hevði ynskt, at Svimjisambandið skuldi stuðla teimum í arbeiðnum við at skaffa stuðulspengar, so hevði Svimjisambandið sjálvandi verið til reiðar.

Tað hevur alstóran týdning at gera greitt at tað ikki finnast vit í Svimjisambandinum og tey í svimjifeløgunum. Tað er bara ein føroysk svimjing og Svimjisambandið er til fyri at tæna svimjifeløgunum og harvið svimjarunum.

Vit ynskja øll, at fáa so nógvar pengar sum gjørligt til føroyska svimjing. Veruleikin er tann, at seinastu árini hava vit økt nógv um beinleiðis sjónvarpingina frá Føroyameistarastevnuni í svimjing, og harvið gerast stuðlarnir hjá svimjifeløgunum væl meir sjónligir.

Í greinini ákærir venjarin hjá Suðuroyar Svimjifelag eisini Svimjisambandið fyri at pengarnir, ið koma inn fyri stuðulsavtalirnir ikki verða brúktir upp á svimjararnir. Til tað er at siga, at í roknskapinum hjá Svimjisambandið fyri 2011 eru útreiðslurnar 1.840.511,00 kr. Í hesum tali eru tær 500.000 krónurnar, ið eru oyramerktar til Pál Joensen. Av hesum 1,8 milliónum eru 86% ella knapt 1,6 millión brúkt til venjingarlegur og uttanlandaferðir hjá svimjarum!

Í 2012 hava vit tíverri verið noydd at minku um avbjóðingarnar, tí 2011-roknskapurin endaði við eimum halli upp á 230 túsund krónur.

Besta føroyska ítróttafólkið

Tað man tykjast øllum sera løgið, at okkara besta ítróttafólk nakrantíð skal hava trupulleikar at fáa til vega persónligar stuðlar her upp til Olympisku leikirnar.

Í tíðarskeiðnum 2010-11 og frá 2011 til á vári 2012 hevur Pál havt persónligar stuðlar og hevur tað ongar trupulleikar havt við sær.

Eingin veit betri enn vit í Svimjisambandinum, hvussu stóra orku, svimjarar, foreldur, venjarar og nevndarlimir leggja í ókeypis arbeiði í feløgunum og í sambandinum. Tað tykist sjálvsagt at hetta arbeiði og framúrskarandi úrslitini hjá Páli Joensen átti at givið honum hollar stuðlar á øllum økjum.

Takk fyri stuðul

Svimjisambandið takkar øllum teimum sum á ymsan hátt stuðla føroyskari svimjing, ikki minst okkara trimum høvuðsstuðlum. Tað er sera óvirðiligt, at tøkkin er at vera ákærd fyri misnýtslu.

Við vón um, at allir føroyingar framhaldandi fara at taka lógvatak um føroyska svimjing og Pál Joensen, meti eg ikki at vit í Svimjisambandinum ynskja at luttaka í einum framhaldandi almennum kjaki um ákærurnar í greinini í Sosialinum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy, formaður

Ger viðmerking