Nú er at sparka

Hendan triðja morgunin, eftir at Pál hevði svomið 1500 í London, varð eg vaktur av eini dámu á Sosialinum, sum var í ferð við at prenta eina niðrandi grein um føroyska svimjing. Super. Minnist aftur á ein meistara í kinverskum kampkynstri, sum einaferð fortaldi okkum í klassanum, at ‘jo, vi sparker skam også efter hovedet … men først når personen ligger ned’.

100_2473

Hetta verður eftir øllum at døma forsíðutíðindi í Sosialinum í morgin, at Svimjisamband Føroya hevur snýtt Pál Joensen, við tað at hann ikki hevur fingið pengar fyri lýsingarnar hjá Vodafone og Tryggingarfelagnum Føroyar runt OL í London. Og við tað at hann ikki hevur havt møguleika fyri at hava sín egna høvuðsstuðul á OL. Ella okkurt sovorðið.

Eg royndi at greiða frá tí, sum eg visti, at Svimjisamband Føroya hevur umleið somu fíggjarligu karmar í dag, sum tá ið Pál Joensen varð evropeiskur juniormeistari í 2008. At vit avgjørt ikki eru fegin um hetta, men at støðan tó so er tann, at Svimjisambandið ikki hevur megnað at fingið nakað eyka fíggjarligt burtur úr OL. Og at har tí ikki er nakað eyka at geva Páli.

Eg royndi eisini at greiða frá, hvussu sjálvt Michael Phelps ikki sleppur at fáa eyka burtur úr OL, soleiðis persónliga, vegna reglugerð hjá fyriskiparunum. At hansara høvuðsstuðul Sunset beinleiðis mátti halda uppat at lýsa við honum runt OL, tí at McDonald’s er høvuðsstuðul hjá London 2012. Og at Lochte ikki ein gang sleppur at selja t-skjúrtur til at tjena eyka.

Hetta var tó sum at sletta vatn á gás; dáman tyktist hava eina dagsskrá, sum hon ikki fortaldi mær, ella bara eitt generelt ynski um at fáa føroyska svimjing enn meira niður við nakkanum, enn vit longu eru. Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer; vónandi minnast fólk til, hvør sum hevur stuðlað og ikki, tá ið ‘bumban’ brestur.

Við svimjikvøðu,

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.