Pál ein tíggjundapart frá OL-finaluni í 400 frí

Huff, hatta var so tað, Pál Joensen svam gott, í harðari kapping við Sun Yang og amerikanararnar báðar Conor Dwyer og Peter Vanderkaay, hini kinesin Yun Hao eisini har umleið í riðlinum, til teir fýra at enda togaðu frá Páli í spurtinum. Endaliga tíðin hjá Páli 3:47.36, akkurát ein tíggjundapart frá kanadiska Ryan Cochrane sum við 3:47.26 í riðli 2 varð síðsti maður í finaluna. Nú er at hugsa fram til innleiðandi 1500 frí fríggjamorgunin 3. august, og gleðast um at hann í øllum førum ikki smokkaði burtur í millum.

Screen Shot 2012-07-28 at 12.13.29 PM

2 thoughts on “Pál ein tíggjundapart frá OL-finaluni í 400 frí”


  1. Her síggja vit splitttíðirnar hjá Páli samanborið við tíðirnar hann svam í Danish Open.




  2. Í riðil 1 vóru tíðirnar hjá Ahmed Gebrel úr Palestina og Allan Gutierez Castro úr Honduras ávikavist 4:08.51 og 4:09.10. Juniormetið hjá Óla Mortensen er 4:06.74.





Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.