OL-skráin hjá Páli Joensen

Danska/norska legan í OL-býnumNú er ikki ein vika til Pál svimur á OL í London, og tíð tí at endurtaka skránna:

  • Leygardag 28/7: 400 frí innleiðandi frá kl 10:47
  • Leygarkvøld 28/7: kanska 400 frí finala kl 19:49
  • Týsdag 31/7: 4×200 frí innleiðandi frá kl 11:17
  • Týskvøld 31/7: kanska 4×200 frí finala kl 20:47
  • Fríggjadag 3/8: 1500 frí innleiðandi frá kl 10:23
  • Leygarkvøld 4/8: vónandi 1500 frí finala kl 19:36

Eurosport sendir frá svimjistevnuni á OL, umframt DR1

Kringvarpið samsendir við DR / TV2

Summarfestivalurin fer at vísa 1500 finaluna beinleiðis á Vágsbøi, leygarkvøldið, í so fall at Pál sleppur í finaluna. Nærum orsøk nokk í sær sjálvum til at fara á festival 🙂

Offisiella OL-skráin fyri svimjistevnuna sæst her á london2012.com, har tey eisini fara at lista upp úrslit.

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nakað líknandi her á fina.org.

Í stuttum er skráin at tey kappast frá leygardag 28/7 til leygardag 4/8, innleiðandi frá kl 10 til umleið 12:30 um morgunin (bretska og føroyska tíð) og so finalur frá kl 19:30 til umleið 21.

Startlistarnir síggjast her á fina.org, eitt sindur ørvísi raðaðir eftir landakotu.

Ger viðmerking