Startlistarnir til OL í London eru nú klárir

FINA hevur kunngjørt teir endaligu startlistarnar til OL í London, og vit føroyingar eru sjálvsagt mest áhugaði í 400 og 1500 frí. Fyrsta greinin við føroyskari luttøku verður 400 frí, Ólavsøkuaftansmorgun hin 28. juli, har Pál er styrkismettur at verða nummar 11, altso uttanfyri finaluna men tó frammanfyri Glæsner sum hevur styrkismeting sum nummar 12. Síðani fara teir at svimja 4×200 frí, tá einaferð 31. juli, og fríggjamorgun 3. august er tað so innleiðandi 1500 frí, har Pál hevur styrkismeting sum nummar fýra.

Um vit skulu vurdera soleiðis skjótt, so kundi tað væl sæð út til at Pál kann kempa seg upp millum teir 8 sum sleppa í finalu í 400 frí, meðan tað hinvegin verður hart at sleppa at kempa um heiðursmerki í 1500 frí. Hetta tí at tað ikki er so langt millum Pál og teir sum eru í finalu í 400 frí, meðan har í 1500 frí eru óhugnaliga sterkir ‘dark horses’ sum til dømis koreanski Tae Hwan Park ið hevur svomið 14:47.38 meira ella minni í venjing, og hin ungi Gregorio Paltrinieri úr Italia sum vann EM í Debrecen við imponerandi 14:48.92. Besta tíð hjá Páli er sum kunnug fjórðaplássið 14:46.33 frá HM í Shanghai í fjør summar …. betri enn hinir báðir her nevndu, men tó eisini svomið á eini stevnu har man kann ganga út í frá at Pál og hinir vóru í toppform.

Tað sum talar fyri Páli, er at hann hevur haft alt hetta árið síðani HM í Shanghai til at fyrireika seg til London, meðan hinir hava skula kvalifiserað seg. Tað er nokk lítil ivi um at tíðir uppi í 14:40-unum ikki fara at røkka til heiðursmerki, og tað er tí kanska eitt sindur líkamikið um teir hava svomið 14:46 ella 14:48, tá ið kravið er at svimja onkustaðni nær heimsmetinum hjá Sun Yang á 14:34.14.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.