Føroyingar 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu á NMU 2012

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Farna vikuskiftið var Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung í Keypmannahavn, ið er kapping fyri gentur 13-14 ár og dreingir 15-16 ár, og kláraðu føroyingar seg einastandandi har. Tilsamans settu tey 12 føroysk juniormet og 8 føroysk seniormet, hóast eingin av teimum hevur veruligan junioraldur enn, og hartil fingu vit 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu.

nmu2012-genturnar

(Okkara gentur á NMU 2012. Morensa Thomsen eigur myndina)

Okkara átta svimjarar vóru Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, Sólrun Kjærbo, Kristina Elin Thomsen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Óli Mortensen og Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag, og Alvi Hjelm og Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir. Venjarar vóru Rúni Gaardbo og Morensa Thomsen, og ferðaleiðarar Niels Pauli Eysturberg og Elin Matras.

Serliga vóru tað Victoria Wigant Eysturdal og Kristina Elin Thomsen sum skaraðu framúr, við at vinna gull og seta føroysk met í harðari kapping ímóti bestu norðurlendingum um teirra aldur. Men sum heild kláraðu allir føroyingarnir seg væl, og var tað eisini ein staðfesting av generella høga støðinum, at Føroyar gjørdust nr 5 av 7 á stigatalvuni, við Finnlandi og Íslandi undir sær.

Onkur met vóru kanska løtt at taka, av tí at tað er nakað ímillum at vit stilla við landsliðum til liðsvimjing á langgeil, men vóru tey so hinvegin sett so ruddiliga eisini. Og onnur vóru hørð, sum til dømis tá ið Kristina Elin Thomsen vann gull í 50 metra firvaldasvimjing, við at svimja 29.23 har føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar var 29.56, og juniormetið hjá Biritu Debes 30.56.

Heiðursmerki vunnin á NMU 2012

  • Óli Mortensen (HS) silvur í 1500 frí
  • Alvi Hjelm (Ægir) bronsu í 1500 frí
  • Victoria Wigant Eysturdal gull í 200 frí
  • Kristina Elin Thomsen gull í 50 firvald
  • Victoria Wigant Eysturdal bronzu í 400 frí
  • Óli Mortensen (HS) silvur í 400 frí

Juniormet sett á NMU 2012

Leygarmorgun

  • Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 9:28.80 í 800 frí
  • Óli Mortensen (HS) 8:31.34 í 800 frí
  • Óli Mortensen (HS) 16.17.10 í 1500 frí
  • Markus Joensen (HS) 2:32.59 í 200 bringu
  • Óli Mortensen, Markus Joensen, Eyðbjørn Joensen og Alvi Hjelm 4:13.75 í 4×100 blandað

Leygardag

  • Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 2:09.63 í 200 frí
  • Kristina Elin Thomsen (SuSvim) 1:08.58 í 100 firvald
  • Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 3:46.49 í 4×100 frí

Sunnumorgun

  • Kristina Elin Thomsen (SuSvim) 29.23 í 50 firvald
  • Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 4:33.63 í 400 frí
  • Markus Joensen (HS) 1:09.91 í 100 bringu
  • Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 8:09.41 í 4×200 frí

Føroysk met sett á NMU 2012

Leygarmorgun

  • Kristina Elin Thomsen (SuSvim) 2:38.81 í 200 firvald
  • Markus Joensen (HS) 2:32.59 í 200 bringu
  • Óli Mortensen, Markus Joensen, Eyðbjørn Joensen og Alvi Hjelm 4:13.75 í 4×100 blandað

Leygardag

  • Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 2:09.63 í 200 frí
  • Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 3:46.49 í 4×100 frí

Sunnumorgun:

  • Kristina Elin Thomsen (SuSvim) 29.23 í 50 firvald
  • Markus Joensen (HS) 1:09.91 í 100 bringu
  • Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 8:09.41 í 4×200 frí

Norðurlendsk Meistarastevna fyri ung verður svomin á langgeil. Hetta ger tað truplari hjá okkara svimjarum at náa tey úrslit, ið høvdu verið møgulig um tey høvdu møguleika at venja javnan í langgeil. Hóast tað eru úrslitinin á NMU framúrskarandi og er tað eyðsýnt at hetta nýggja ættarliðið í føroyskar svimjing ætla at bjóða av í framtíðini.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

2 thoughts on “Føroyingar 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu á NMU 2012”

  1. Í 2010 gekk tað eisini stak gott hjá føroyingum, tá Magnus og co settu 5 føroysk met, 7 junior met, Magnus vann 1 gull, 1 silvur og 1 bronsu og vit endaðu frammanfyri Finnland og Estland tald í heiðursmerkjum, men aftast í stigum. Tá fingu vit 73 stig. Hesuferð bleiv tað til 154 stig.

    1. Eg minnist so í øllum førum einki til at vit nakrantíð hava verið so mikið aktiv í oddinum á NMU, sum hesuferð.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.