Kristina Elin 29:23, føroyskt met og gull á NMU 2012

Sunnumorgunin megnaði Kristina Elin Thomsen at svimja seg til føroyskt met, juniormet og norðurlendskt gull, tá ið hon á NMU svam 50 firvald uppá 29.23 sekund har føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar var 29.56, og juniormetið hjá Biritu Debes 30.56. Ein einastandandi góð tíð, ið sum sagt eisini rakk til NMU-gull frammanfyri norsku Inger-Ane Sætra Schefte á 29.36 og svensku Rebecka Gustafson á 29.37. Sí úrslitalista her.

Kristina Elin NMU 2012 gull

One thought on “Kristina Elin 29:23, føroyskt met og gull á NMU 2012”

  1. Mørk kunnu flytast, nú kemur langhylurin skjótt 😉
    Tað sær út til at 1:00,2 er nokk til EJM í 100m fyri at fáa heiðursmerkið.

Ger viðmerking