Kristina Elin 2:38.81 og føroyskt met í 200 firvald

Unga suðuroyargentan Kristina Elin Thomsen megnaði leygarmorgunin at seta nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á NMU 2012 svam teinin uppá 2:38.81, har føroyska metið hjá Moniku Biskopstø frá RIG 2010 var 2:43.19. Rættiliga løgið so er tó ikki talan um juniormet, við tað at kravtíð til tað varð sett at vera 2:37.67, tá einaferð í 2008. Sí úrslitalista her.

Ger viðmerking