Magnus klárað kravtíð til HM í Barcelona 2013

Sum kunngjørt á heimasíðuni hjá stevnuni, so er EJM nú í Antwerpen ein hin fyrsti møguleikin at kvalifisera seg til næstkomandi heimsmeistarastevnu, sum verður í Barcelona í 2013. Kravtíðirnar síggjast her á heimasíðuni hjá altjóða svimjisambandinum FINA; tær eru harðar men vit kunnu tó staðfesta at Magnus Jákupsson longu hevur klárað onkra, við sínum 24.69 í 50 firvald, fyrradagin, har kravtíðin hjá FINA er 24.80.

Gunvá og Magnus á EJM í Antwerpen

FINA skipar hesuferð sínar kravtíðir í A og B tíðir, har B-tíðin er tann sum skal røkkast til at vit kunnu senda éin svimjara til HM í viðkomandi grein, meðan tann harðari A-tíðin er tann ífall vit vilja senda 2 svimjarar í viðkomandi grein. Tað vil siga, at um onkur annar føroyingur nú vil luttaka í 50 firvald hjá monnum, so má hann annaðhvørt svimja skjótari enn hetta føroyska metið hjá Magnusi, ella báðir (enn skjótari) undir 23.96.

Magnus er enn nakað frá í hinum báðum greinunum sum hann hevur svomið til nú á EJM í Antwerpen: B-kravtíðin í 100 rygg er 56.34 har Magnus svam 57.91, og B-kravtíðin í 200 rygg 2:02.63 har hann nú í morgun svam 2:04.43. Har er rættiliga knívskorið hjá FINA, at hann má svimja so mikið skjótt, um hesar greinir eisini skulu kom upp á tal.

Fyri ordan skyld eigi eg at viðmerkja, at Svimjisambandið ikki enn hevur tikið nakra offisiella støðu viðvíkjandi HM í Barcelona – um vit halda okkum til ‘bara’ hesar kravtíðir, um tær skulu vera enn harðari fyri føroyingar, ella fyri tann skyld um vit yvirhøvur fara. Men alt annað líka sær tað gott út hjá Magnusi 🙂

One thought on “Magnus klárað kravtíð til HM í Barcelona 2013”

  1. FINA.org

    Federations may enter swimmers regardless of standard time as follows:

    • having no swimmer qualified: two (2) men and two (2) women;*
    • having one (1) or two (2) swimmers qualified, additional swimmers up to a maximum of four (4) swimmers (two (2) men and two (2) women);*
    • having three (3) swimmers qualified one (1) additional swimmer provided that both genders are represented.*

Ger viðmerking