Magnus 2:04.43, føroyskt met og hálvfinalu í 200 rygg

Magnus Jákupsson hevur fyri løtu síðani sett nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen. Talan var um stóra betring, gamla metið hjá honum var 2:07.29 frá Mare Nostrum í 2010, nú er tað 2:04.43. Magnus kvalifiseraði seg við hesum eisini í hálvfinaluna seinnapartin, við 14. bestu tíð har besti svimjari svam 2:02.17 og spakuligasti av teimum 16 kvalifiseraðu 2:05.21. Sí úrslitalista her.

Magnus á EJM

Magnus hevur til nú sett 4 føroysk met og 4 juniormet á hesi stevnu: 2 ferðir føroyskt met og juniormet í 50 firvald, eitt sett eisini í 100 rygg, og so nú í morgun í 200 rygg. Cecilia hevur hartil sett juniormet í 400 og 200 frí, so tað stendur ikki so galið til har suðuri 🙂

Ger viðmerking