Magnus 24.79 og føroyskt met í 50 firvald

Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen, við tíðini 24.79 har metið hjá honum frá EJM 2011 var 24.96. Magnus varð nr 8 av 51 luttakarum, og hann er tí eisini væl og virðiliga víðari til hálvfinaluna seinnapartin, har 16 sleppa við.

(Magnus í hvítari hettu á geil 6, triðnærmast okkum)

Heðin L. Olsen luttók eisini í kappingini, hann gjørdist nr 48 við tíðini 26.98, eitt sindur frá bestu tíð hansara á 26.41 frá EM í Debrecen. Sí úrslitalistan her.

(Heðin í hvítari hettu á geil 8, nærmast okkum)

Fylgið við her á Facebook, har hendir mangt og hvat 🙂

Ger viðmerking