Magnus 2 føroysk met og víðari í hálvfinalu

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Magnus Jákupsson hevur í morgun sett tvey nýggj føroysk met og juniormet í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen, og kvalifiserað seg til hálvfinalu seinnapartin. Hinir tríggir føroyingarnir svumu eisini væl, heilt nær og undir sínum bestu tíðum.

Magnus í Antwerpen

(Mynd av Magnusi sum Hanna tók í Antwerpen)

Fyrsta settið av metum hjá Magnusi var í 50 metra firvaldasvimjing, tá ið hann svam teinin uppá 24.79 sekund, har føroyska metið og juniormetið hjá Magnusi frá EJM 2011 var 24.96. Nóg gott til at verða nummar 8 av 51 luttakandi, og víðari til hálvfinalurnar seinnapartin.

Løtu seinni setti hann nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, við tíðini 57.91 har føroyska metið hjá honum frá Mare Nostrum stevnuni í juni mánaða var 58.12. Tíverri eitt vet frá hálvfinaluni, vit frætta úr Antwerpen at hann gleið í startinum.

Hini trý hava avgjørt eisini svomið væl. Heðin L. Olsen svam 26.98 í 50 metra firvaldasvimjing. har besta tíð hjá honum er 26.41 frá EM í Debrecen. Cecilia W. Eysturdal svam 1:01.67 í 100 metra frísvimjing, har besta tíð hjá henni var 1:01.74 frá DÅM 2010. Og Guðrun Mortensen svam 1:01.96 í 100 metra frísvimjing, har juniormetið hjá henni var 1:01.62 frá EM í Debrecen í mai.

Lesið meira í bólkinum “EJM Antwerpen 2012” á Facebook, og á www.svimjing.com.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking