David Carry 3:46.86 í 400 frí og við á bretska OL-liðnum

David Carry30-ára gamli kvart-føroyski skotin David Carry hevur í dag kvalifiserað seg til OL í London, tá ið hann á British Gas ASA National Championships í Sheffield vann finaluna í 400 metra frísvimjing, við 3:46.86 har OL-kravtíðin er 3:48.92. Hetta var síðsti kjansur hjá honum at kvalifisera seg, eftir at hava verið bara 0.23 sekund frá kravtíðini á British Trials í mars mánaða. Besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 3:47.17 frá sjálvum OL í Beijing í 2008, og hetta verður so triðja OL hjá honum fyri Stórabretland. Carry er ættaður úr Klaksvík, sigst.

Ger viðmerking