Nú verða síðstu pláss á danska OL-liðnum avgjørd

Í morgin byrjar Sette Colli stevnan í Rom, sum er seinasti kjansur at kvalifisera seg til OL í London, hjá teimum dønum ið ikki kláraðu kravtíð til OL á Danish Open í vár. Danska svimjisambandið listar her upp at tey trý eru Katrine Holm Sørensen, Jakob Andkjær og Chris Christensen, har tey meta at Katrine hevur bestan kjans í 200 blandað, Jakob í 50 frí og Chris í 400 blandað. Annars luttekur eisini restina av danska OL-liðnum minus Mie Ø. Nielsen og Pál Joensen, Mads Glæsner millum annað í 1500 frí. Sí startlistar og úrslit her, bæði innleiðandi og finalur verða sjónvarpaðar á Rai Sport 2, men netvarp haðani sær út til at verða blokerað uttanfyri Italia.

Ger viðmerking