Cecilia Eysturdal 4:42.88 í 400 frí

Cecilia Eysturdal úr Ægir svam 4:42.88 frí í innleiðandi riðli í morgun. Hennara juniormet er 4:40.09 frá Mare Nostrom í Barcelona í fjør. Føroyskt met hjá Jutta Thomsen er 4:31.38. Splitttíðirnar hjá Cecliu vóru  31.87,  1:07.13 (35.26),  1:43.12 (35.99),  2:19.16 (36.04),  2:55.24 (36.08),  3:31.80 (36.56),  4:08.01 (36.21).

DSC03770

Stóra sjokkið í morgun var, at italska Federica Pellegrini, sum vann 200 frí gjár, svam ov spakuligt til at fáa finalupláss. Hennara tíð var 4:14.27 – ella 1.22 sekund frá finalupláss. Pellegrini var kosin ársins evropeiskur svimjari og evropeisk ítrottarfólk í fjør, og verður mett at vera gull vónin hjá Italia í 200 frí og 400 frí. Italia liggur at vinna 10 gull í øllum ítrottargreinum í London.

Her er video av teimum 400 frí hjá Ceciliu

One thought on “Cecilia Eysturdal 4:42.88 í 400 frí”

  1. Læknin hjá italska svimjisambandinum, Lorenzo Marugo, segði við SkySport24, at pínan í beinunum, sum Federica Pellegrini gramdi seg um í dag, óivað stavar frá hørð venjing, men í morgin fara tey at kanna um alt er í lagi.

    Kelda: agi.it

Ger viðmerking