Týskland vann 4×200 frí

Týskland við Biedermann á odda vann 4×200 frí við tíðini 7:09.17 framman fyri Italia (7:13.10) og Ungarn (7:13.60). Á fjórða plássi kom Belgia (7:15.58), sum legði hart út, áðrenn Biedermann tók teir aftur. Serbia og Sveis endaðu aftast við tíðunum 7:20.20 og 7:22.30. Tað merkir at Ungarn setti betri tíð enn DAMP-liðið hjá dønum og føroyingum (7:15.38), meðan mennirnir úr Belgia vóru eitt vet ov spakuligir, men liggja enn at luttaka í London.


Biedermann, Colupaev og Rapp fyri Týskland.

Endalig støða:

  1. Týskland – 7:09.17
  2. Italia – 7:13.10
  3. Ungarn – 7:13.60
  4. Belgia – 7:15.58
  5. Eysturríki – 7:19.32
  6. Russland – 7:19.45
  7. Serbia – 7:20.20
  8. Sveis – 7:22.30

One thought on “Týskland vann 4×200 frí”

  1. Í finaluni við 32 svimjarum vóru tað bert 5 svimjarir, ið svumu skjótari enn Pál gjørdi í Danish Open. Teir vóru:

    • Paul Biedermann – 1:46.70 – 1. maður hjá Týskland
    • Pieter Timmers – 1:46.90 – 4. maður hjá Belgia, sum tryggjaði kravtíðina við 7/100 sek
    • Tim Wallburger – 1:47.16 – 4. maður hjá Týskland
    • Dimitri Colupaev, Týskland – 1:47.41 – 2. maður hjá Týskland
    • Gergo Kis – 1:47.60 – 2. maður hjá Ungarn

    Tíðin hjá Páli í Danish Open var 1:47.79. Av nøvnum í finaluni kunna vit nevna Magnini, Pizzetti, Cseh, Rogan og Meichtry.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.