Heðin Olsen nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí við 53.37

Heðin L. Olsen úr Ægir setti í áðni nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí á langbana við tíðini 53.37. Pál Joensen átti gamla føroyska metið frá 2009, ið var 53.55, meðan Heðin sjálvur átti juniormetið frá EJM í fjør, har hann svam 53.98. Heðin hevur sostatt betra metið hjá Páli við 18/100 sek og 61/100 sek av juniormetinum – meira enn eitt hálvt sekund.



Metið bleiv sett í fyrsta riðli, har Heðin (1994) svam mótir Fotios Koliopoulos (1991) úr Grikkaland og Tal Hanani (1993) úr Ísrael. Eurosport nátti ikki at vísa startin. Fotios var beinanvegin frammanfyri hinar báðar, Heðin vendi sum nr 2 við 25.24, men bleiv heintaður av Tal á teimum síðstu metrunum. Eurosport kommentatorarnir tosaðu um, tíðin hjá Fotios møguliga var eitt persónligt met og gloymdu at nevna tvey føroysk met á geil 3.

Fraklendingurin Amaury Leveaux setti skjótasta innleiðandi tíð við 48.77, meðan Aleksandar Nikolov úr Bulgaria átti spakuligasta tíðina 53.55, svarandi til gamla metið hjá Páli.

3 thoughts on “Heðin Olsen nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí við 53.37”

  1. Pál hevur mær vitandi ikki svomið 100m frí á langbana síðan 2007, og tá svam hann tað als ikki skjótt.

      1. “Plastic fantastic 2009”, eitt ár svimjheimurin eigur at gloyma, kanska tí eg ikki mintist til tað 😉
        Vónand fara fleiri av teimun metunum í ár.

Ger viðmerking