OL-meistarin Mellouli á hæddarlegu at venja saman við Páli og dønum

Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru í dag til Danmarkar, ávegis á hæddarlegu í USA saman við danska OL-landsliðnum í svimjing, at venja saman við evropameistaranum Aschwin Wildeboer og olympiska meistaranum Oussama Mellouli.

DSC03347

(Mellouli og Joensen heiðursmerki í Canet í 2010)

Tey skulu fyrst venja eina viku í 3000 metra hædd í Leadville, Colorado, áðrenn tey fara niður á umleið 2000 metra hædd í Flagstaff, Arizona, at venja í hálva aðru viku eftir einum leisti sum niðurlendski landsliðsvenjarin hjá dønum, Paulus Wildeboer, hevur mennt.

Við teimum eru Paulus Wildeboer og hjálparvenjarin Bas Jan Stam, umframt fysiologurin Lars Johansen frá Team Danmark. Svimjararnir eru langteinararnir Lotte Friis, Mads Glæsner, Pál Joensen og Oussama Mellouli, miðteinarnir Rikke Møller Pedersen, Mie Ø. Nielsen, Pernille Blume, Anders Lie og Daniel Skaaning, og sprintararnir Jeanette Ottesen, Aschwin Wildeboer og Mathias Gydesen.

Landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer lýsir hesa venjingarlegu sum klárt tað mest týðandi hæddarleguna í fyrireikingini til OL í London, har tey skulu byggja upp úthaldni og styrki til niðuraftur komin at kunna venja við kappingarferð og toppa so væl sum gjørligt.

Ottesen, Friis og Pedersen hava fyrr við góðum úrsliti verið ‘prøvakanirnir’, men Wildeboer ávarar tó at venjing í 3000 metra hædd er rættiliga álvarsamt . nakað sum um tú ger tað rætt kann geva øgiliga góð úrslit, men sum hinvegin eisini kann geva trupulleikar um tú ger tað skeivt.

Í Flagstaff koma tey at búgva sama stað sum Alexander Dale Oen doyði, men við umbøn at (um ikki annað) sleppa undan at búgva á sama kamari. Tað verður óivað ein ógvuliga løgin kensla fyri Pál og hini, at vita at tað var her tað gekk galið hjá honum; men hetta er altso nakað sum ítróttarfólk hava brúkt í áravís, uttan at nakað sovorðið hendi.

Heim aftur komin fara danir til Sette Colli stevnuna í Rom, meðan Jón og Pál fara heim eitt svipp, áðrenn víðari venjingarlegu í Kroatia.

One thought on “OL-meistarin Mellouli á hæddarlegu at venja saman við Páli og dønum”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.