FM vinnarar svimja uppaftur skjótari enn í fjør

Í ár var vandi fyri, at FM-tíðirnar fóru at vera eitt sindur slakari enn metárið í fjør, tí einki oyggjaleikapláss er at kappast um í ár. Men í miðal vóru FM gulltíðirnar í ár skjótari enn í fjør. Gulltíðir hjá staklingum síggjast her roknaði í 2009 Fina stigum og í leypandi stigum.


Aftur í ár vann Pál Joensen steyp fyri flest vunnið FINA stig, har hann í 800 frí við tíðini 8:03.47 fekk 772 FINA stig. Magnus Jákupsson fekk næstflest, 747 Fina stig í 100 blandað við tíðini 55.94, ið rakk til eina gullnál við stjørnu. Trýst á “Ctrl” og “+” á Windows teldu ella “Apple-knapp” og “+” á Mac fyri at ‘zooma’. Fyri at null-stilla skriftstøddina aftur trýst “Ctrl” og “0” ella “Apple-knapp” og “0”.

Tá tíðirnar verða umroknaðar til 2009 FINA stig síggja vit, at FM 2012 gull-tíðir toppa í 17 av 36 einstaklinga greinum.

Tað er ikki beinleiðis samanhangur millum hvussu skjótt vinnarnir svimja, og hvussu nógv met verða sett.

9 thoughts on “FM vinnarar svimja uppaftur skjótari enn í fjør”

  1. Stórt av tær at tíma at gera hetta fyri okum. Hetta avspeglar øgiliga gott at observatiónin sum Hestoy gjørdi var røtt.
    Her er nógv størri kapping um 1. plássi, og tað hálar støði upp.. serliga har tað fyrr var “cruisa” heim fyri eitt 1. pláss tí ongin kapping var.

    Klára okur so at koma enn longur í 2013?

    Bermuda folkens :)))

  2. Myndirnar omanfyri rigga illa á fartelefon. Opera Mini kagin til Android og iOS riggar nøkulunda, men her eru myndirnar uttan ‘interaktivitet’.




  3. ‘Onkur’ má fara at hyggja at um tað bara var hetta FM, ella um tað er soleiðis sum heild, huffa puffa.

    1. Ja ok, men har vóru jú nøkur juniormet hjá kvinnum sett upp til FM, og eitt hart FM-program gjørdi at gull var prioritera fram um met 😉

      Men tað skal nokk koma, eg dugi ikki at síggja genturnar fara at “tapa” fyri dreinginum í nærmastu framtíð.

    2. Eg haldi tað er eitt sindur tilvildarliga hvussu metini koma. Gentustafetturnar settu einki juniormet í ár, meðan dreingirnir settu trý. So hjá staklingum stendur kanska ikki líka væl til hjá dreingjunum sum hjá gentunum, men aftur… alt er relativt, dreingirnir hava metini hjá Páli at berjast ímótir.

      1. Nógv av juniormetunum hjá Páli eru als ikki góðkend, so tað er ikki so ringt heldur. Tað eru bert 200, 400, 800 og 1500m frí sum hava nakað uppá seg.

    3. Men annars veit eg ikki ordiliga hvussu juniormet skulla teljast tá man brúkti bólkamet. Tað kann blíva eitt sindur kaotiskt, hvis yngri bólkar hava betri met enn eldri bólkar. Fyri alt tað, so liggur eitt arbeiði í at finna metstøðuna hjá seniorum í gomlum FM-úrslitum. Ofta hava vit bara úrslitini, men ikki metini.

      1. Bólkametini eru farin í søguna 😉
        So gloym bara at finna útav tí, eg giti at tað er nakað verri roks, tí eg minnist væl hvussu nógv betur bólkur 4 var enn bólkur 5 ein yvirgang. Men ok, um tú als einki annað hevur at gera, go for it :)))

        Btw, skal eg hava ein stein frá Grand Canyon heim við til tín? Ella hevur tú longu ein? 🙂

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.