Úrslit frá FM/JM 2012

Viðfestir eru úrslitalistarnir frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2012 um vikuskiftið. Samlaða støðan gjørdist at Ægir ‘vann’ JM við 17 gullheiðursmerkjum, 18 silvur og 8 bronsu, og Suðuroyar Svimjifelag FM við 16 gull, 11 silvur og 7 bronsu. Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag var mest vinnandi juniorur við 8 gull og 3 silvur, Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag mest vinnandi juniorgenta við 7 gull og 2 silvur, Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag mest vinnandi seniorur við 11 gull og 1 silvur, og Birita Debes úr Ægir mest vinnandi seniorkvinna við 4 gull og 1 silvur.

DSC_6716

Heiðursmerkjabýti millum feløg – JM

Svimjifelag Gull Silvur Bronsa
Ægir 17 18 8
Havnar Svimjifelag 13 9 11
Suðuroyar Svimjifelag 12 14 15
FLOT 1 4
Reysti
Tilsamans 42 42 38

Heiðursmerkjabýti millum feløg – FM

Svimjifelag Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 16 11 7
Havnar Svimjifelag 13 16 15
Ægir 13 14 17
FLOT 1
Reysti
Tilsamans 42 41 40

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar

Nálir handaðar á FM

GG! Hetta yvirlitið er ikki fullfíggjað, men bara tað sum eg kundi finna skjalfest her hjá mær sjálvum beint nú. Venjarar, sendið mær ein teldupost um onkur vil á afturat.

Bronsunál

  • Hanna Lervig (2000) Reysti – 50 frí, 33.68
  • Óli Poulsen (1999) Reysti – 100 frí, 1:06.65

Bronsunál við stjørnu

  • Barbara Debes (2000) FLOT – 100 frí, 1:07.51
  • Bjørg Debes (1999) FLOT – 50 frí, 30.76
  • Hjarnar Randrup (1997) SuSvim – 100 frí, 1:00.75

Silvurnál

  • Marius Ihlen Gardshodn (1998) HS – 400 frí, 4:26.02

DSC02452

Silvurnál við stjørnu

  • Sólrun Kjærbo (1999) SuSvim – 50 frí, 29.37

Gullnál

  • Heðin L. Olsen (1994) Ægir – 100 frí, 50.83
  • Astrið Foldarskarð (1994) Ægir – 50 firvald, 27.98
  • Poula Ø. Mohr (1995) HS – 200 blandað, 2:20.58
  • Kristina Elin Thomsen (1998) SuSvim – 50 firvald, 27.67

DSC_6673

One thought on “Úrslit frá FM/JM 2012”

  1. Her er eitt videobrot frá sunnumorgun 13. mei, tá Marius Ihlen Gardshodn (HS) fekk silvurnál og Bjørg Debes (FLOT) fekk bronsunál við stjørnu ‘in absentia’.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.