So er tað Føroyameistarastevnan 2012

Í morgin árini byrjar árliga Føroyarmeistarastevnan og Juniormeistarastevnan í svimjing, í Svimjihøllini í Gundadali frá kl 10:00. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.dk, og Kringvarp Føroya sendur so sjónvarp frá finalunum um kvøldið, í annaðkvøld forskotið kl 21:10, og so annars beinleiðis frá kl 17, leygardagin og sunnudagin.

CIMG5814

Stevnan er skipað soleiðis, at Juniormeistarastevnan verður avgreidd um morgunin, samstundis sum tey svimja innleiðandi riðlar til at sleppa í Føroyameistarafinalur um kvøldið. Tey yngru kunnu sostatt gerast juniormeistarar um morgunin og føroyameistarar um kvøldið, meðan seniorar sum Pál einans svimja um at sleppa í finalur um morgunin, fyri síðani (um tey klára í finalur) um føroyameistaraheitið um kvøldið.

Tíðarætlanin er hendan:

  • Fríggjamorgun 11 mai – Upphiting kl 08:30, kapping frá kl 10:00
  • Fríggjadag 11 mai – Upphiting kl 15:30, kapping kl 17:00 – 19:00
  • Leygarmorgun 12 mai – Upphiting kl 08:00, kapping frá kl. 09:30
  • Leygardag 12 mai – Upphiting kl 17:00, kapping kl. 17:00 – 19:00
  • Sunnumorgun 13 mai – Upphiting kl 08:00, kapping frá kl 09:30
  • Sunnudag 13 mai – Upphiting kl.15:30, kapping kl. 17:00 – 19:00

Til ber at síggja startlistarnar her á livetiming.dk, at fylgja við úrslitunum beinleiðis her, og síðani at síggja yvirlit yvir úrslit her. Vit fara sjálvsagt at fylgja við sum frægast her á heimasíðuni, og leggja út myndir og tílíkt.

One thought on “So er tað Føroyameistarastevnan 2012”

Ger viðmerking