Innbjóðing til FM/JM í svimjing 11. – 13. mai 2012

Viðfest er innbjóðing til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í svimjing, vikuskiftið 11. – 13. mai 2012, umframt tilhoyrandi tilmeldingarfílur.

DSC04519

Tíðarætlanin er hendan:

  • Fríggjamorgun 11 mai – Upphiting kl 08:30, kapping frá kl 10:00
  • Fríggjadag 11 mai – Upphiting kl 15:30, kapping kl 17:00 – 19:00
  • Leygarmorgun 12 mai – Upphiting kl 08:00, kapping frá kl. 09:30
  • Leygardag 12 mai – Upphiting kl 17:00, kapping kl. 17:00 – 19:00
  • Sunnumorgun 13 mai – Upphiting kl 08:00, kapping frá kl 09:30
  • Sunnudag 13 mai – Upphiting kl.15:30, kapping kl. 17:00 – 19:00

2 thoughts on “Innbjóðing til FM/JM í svimjing 11. – 13. mai 2012”

  1. Tað verður eitt kaotiskt vikuskifti við ferðsluni í Gundadali.

    Í Effodeildini spæla HB og ÍF leygardagin 12. mei og sunnudagin spæla B36 og Víkingur.

    B36 gimpur

    Leygardagin skipar Bragdið fyri SMS Boð-renning fyri fyritøkur og stovnar. Runnið verður 3×3 km frá kl 16.40 eftir R.C. Effersøesgøtu og Jónas Broncksgøtu. Rennarnir burdu ikki tikið meira enn 1 tíma, men sagt verður, at man kann ganga teinin, so tey síðstu koma neyvan í mál fyrr enn kl 18. Kl 19.00 halda rennarnir Afterparty á Hotel Føroyum. Dugi ikki at síggja um gøturnar verða stongdar meðan runnið verður.

    Afterparty aftaná 3 km

    Fríggjadagin og leygardagin verður country festivalur í Høllini á Hálsi:

    “Karmurin verður sum nevnt Ítróttahøllin á Hálsi, men umstøðurnar verða størri og betri en sjálv høllin.
    – Stór tjald verða sett upp við báðar endarnar, og har verður skipað fyri matsølu og øðrum, og eisini verður okkurt svalandi til hálsin at fáa, sigur Allan Samuelsen.
    Sum nevnt er Tórshavnar býráð ógvuliga áhugað í country-festivalinum, og gera sítt besta at skapa góðar karmar um tiltakið.

    Higartil er kortini greitt, at byrjað verður bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið um 18-tíðina, og so verður hildið fram langt út á náttina.”

    Har vera eisini húsvognar.

    “Fyriskipararnir boða frá, at nú ber til at biðja um pláss til húsvognar nærindis høllini. Annað plássið verður norðan fyri høllina og hitt á parkeringsplássinum við Gundadalshøllina.”

    YEEHA!

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.