Markus Joensen 2:37.87 og føroyskt met í 200 bringu

IMG_5099Markus Joensen hevur í morgun megnað at sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing, á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, við tíðini 2:37.87 har metið hjá Jákupi Øssurssyni frá Euro-Meet í Luxembourg í 2006 var 2:38.20. Markus svimur fyri Havnar Svimjifelag, og við tað at hann er árgang 1996, so er tað lættliga eisini nýtt føroyskt juniormet. Hetta var í innleiðandi riðlunum, har hann varð nummar 2 aftanfyri bara Jakob Jóhann Sveinsson, so nú verður spennandi seinnapartin, um hann kann endurtaka metið, og vinna heiðursmerki.

One thought on “Markus Joensen 2:37.87 og føroyskt met í 200 bringu”

  1. Tað er jú aftur hatta har við, at kravtíðir eru settar til at kunna seta juniormet, og kravtíðin er altso 2:34,36
    Ljóðar tað “stuttligt”? Juniorarnar mugu svimja skjótari enn seniorarnar fyri at kunna seta met… 🙂

    Koyr á Markus, fá skil á metlistan!

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.