Ryan Cochrane vann Canada Olympic Trials við 15:09.80

HM silvurvinnarin, Ryan Cochrane, vann í nátt 1500 finaluna í Canada Olympic Trials við tíðini 15:09.80. Kier Maitland og William Brothers gjørdust ávikavist 2 og 3 við tíðunum 15:17.03 og 15:21.53. Maitland og Eric Hedlin fóru undan frá byrjanini, meðan Cochrane legði spakuliga út. Aftaná 500m var Cochrane eini 6 sekund aftanfyri Hedlin og Maitland. Men so trýsti Cochrane nakrar ferðir á speedaran, tók fyrst Hedlin aftaná 750m og Maitland við 1100m. Hereftir økti Cochrane um munin og kom á mál góð 7 sekund frammanfyri Maitland.

Splitttíðirnar úr finaluni.

Cochrane er á bana 5 (gulur). Hedlin er bláur á bana 4 og Maitland er grønur á bana 7.

One thought on “Ryan Cochrane vann Canada Olympic Trials við 15:09.80”

  1. Tíðirnar hjá Cochrane í 200 frí (1:51.03), 400 frí (3:47.07) og 1500 frí (15:09.80) eru langt frá tað skjótasta hann hevur svomið, men hann satsar uppá 3. ella 4. pláss í 400 frí og gull í 1500 í London.

Ger viðmerking