Magnus 25.22 og nýtt føroyskt met í 50 rygg

Magnus Jákupsson hevur í morgun sett nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, við tíðini 25.22 har metið hjá honum var 25.50 frá stevnu í St. Dizier í november í fjør. Hetta var sum liður í donsku meistarastevnuni fyri lið í ‘liga-deildini’ (tað er besta deildin í Danmark), og merkisvert er at hetta eisini er skjótari enn danska juniormetið hjá Mathias Gydesen frá 2006, á 25.31. Sí úrslitalistan her.

Magnus Jákupsson á Danish Open

(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012, René Thomsen eigur myndina)

2 thoughts on “Magnus 25.22 og nýtt føroyskt met í 50 rygg”

  1. Minnast tykur tá ið 25,22 var nokk til heiðursmerki til FM í 50m frí? 🙂
    Og so væl undir metið hjá dønum. Og nokk so sigandi er tað, at Gydesen sum hevur danska metið á 25,31 bert er éin 1/100 sekund frá OL kravtíð í 100m rygg.

    Flott Magnus.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.