Danir tóku út 9 svimjarar til OL í London, 1 til EM

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum, so vórðu donsku liðini kunngjørd á Danish Open í gjár, eftir at sjálv kappingin var liðug. Til OL í London í mai verða tað 9 svimjarar og 3 venjarar, til EM í Debrechen í mai bara éin, og til EJM í Antwerpen í juli heilir 17.

Úttikin til OL í London

  • Jeanette Ottesen: 50 og 100 frí, 100 firvald, 4×100 frí, 4×100 blandað
  • Lotte Friis: 400 og 800 frí, 4×100 frí
  • Rikke Møller Pedersen: 100 og 200 bringu, 4×100 blandað
  • Pál Joensen: 400 og 1500 frí, 4×200 frí
  • Mads Glæsner: 400 frí, 4×200 frí
  • Pernille Blume: 50 og 100 frí, 4×100 frí, 4×100 blandað
  • Mie Ø. Nielsen: 100 rygg, 4×100 frí, 4×100 blandað
  • Daniel Skaaning: 4×200 frí
  • Anders Lie: 4×200 frí

Venjarar verða Paulus Wildeboer (høvuðsvenjari), Bas Jan Stam (hjálparvenjari), og Jón Bjarnason (persónligur venjari hjá Páli)

Um 4×200 frí skriva danir: “Med forbehold for FINAs tildeling af en nationsplads i herrernes 4 x 200 fri holdkap. Således er svømmerne Anders Lie og Daniel Skaaning afhængige af en sådan tildeling for at komme med til London på denne holdkap.

Til EM í London varð tað bara Kathrine Holm Sørensen sum varð úttikin, tvs. at hon sambært úttøkutreytunum hjá dønum er tann einasta sum kann koma afturat OL-hópinum. Hini fara øll at velja EM frá, fyri heldur at fokusera uppá venjingar fram ímóti Olympisku Leikum í London.

Til EJM varð tað sum sagt ein størri hópur, har mest merkisverda er at Mie Ø. Nielsen eisini sleppur at luttaka har: Mie Ø. Nielsen, Morten Bak Hansen, Anton Ørskov Ipsen, Joachim Mortensen, Sarah Bro, Amalie Østrup, Sidse Kehlet, Julie Aglund Lauridsen, Cecilia Holten, Magnus Westermann, Daniel Steen Andersen, Mikkel Johansen, Martin Mathiesen, Sebastian Strandberg, Christina Munkholm, Julie Levinsen, Anne Wermuth.

Ger viðmerking