Danir og útheimurin hava fangað tað, nú er tað bara føroyska pressan

Eitt surrealistiskt upplivilsi í morgun, at sita og chatta við føroyingar um Pál við støði í donskum miðlum. Altso ikki bara “Er tað okkurt við at Pál svimur í vikuskiftinum?”, sum tað plagar at verða tá ið føroyska pressan hevur tikið seg saman til at smekka eitt skjótt notits út, inn í millum, men við innlivilsi frá lesarum eisini uttanfyri svimjingina um væntandi niðurtrapping hjá Mads og líknandi.

3 færøske stjerner

(Mynd sum føroyavinurin René Thomsen tók av okkara garpum í Bellahøj í gjár, frá vinstru Magnus Jákupsson, Frans Johannessen og Pál Joensen. Teir hava einki við meiningunum í hesi grein at gera, men eg haldi tað er stuttligt at tað skal vera so lætt at fáa so góða mynd úr Kongens København, uttan at føroysku miðlarnir dugdu)

Holið í pressudekningini er tað sama sum fyrr, at ‘hetta er ikki nakað sum fólk hava áhuga fyri’, sambært føroyskum journalistum. Ein týðilig raðfesting, har tað er meira spennandi at sleppa ein túr við einum flúgvara og sita fínt. “Hygg hvussu eg havi pláss fyri beinunum, og her er eitt klaffaborð!”. Men tað surrealistiska nú er, at hetta holið er bara í teirri ‘professionellu’ føroysku pressuni, meðan Pál fær fullan pressudekning í Danmark, og í teimum altjóða miðlum sum nú einaferð hava áhuga fyri úrslitum á donsku OL-úttøkustevnuni.

Tak hesa greinina til dømis, í Politiken í morgun. Tað eitur ikki longur “den nordatlantiske ø”, og danir minnast nú eisini til at Katrin Olsen kemur úr Føroyum, í mun til fyrr í vikuni. Tí at tað snøgt sagt er eitt guds undur at ein sovorðin kempa er mennt í Vági, sum Pál.

»En målrettet træning kunne måske gøre Pál et sekund hurtigere på 200 meter, men vi holder fokus på 1.500 meter fri«, lyder det logiske ræsonnement fra færingens træner, Jon Bjarnasson.

»Jeg har høje forventninger til OL. Jeg kan jo ikke vide, hvad de andre præsterer, men jeg har i hvert fald planer om at forbedre min egen rekord markant«, lover 21-årige Pál Joensen under Danish Open i Bellahøj Svømmehal, hvor han allerede har føjet en kvalifikation i 400 meter fri til sit OL-program.

Færøerne topper Australien i London
Australien har med Grant Hackett og Kieren Perkins som dobbelte vindere hentet 8 guld- og i alt 23 OL-medaljer i 1.500 meter fri, men ved det netop overståede australske OL-udtagelsesstævne formåede ikke en eneste at opfylde kvalifikationskravet.

Pál Joensens forberedelser til Danish Open har indbefattet hans første højdetræningslejr nogen sinde sammen med den danske svømmeelite i Spanien og Sydafrika, og færingen kan allerede nu mærke effekten af det månedlange ophold i den iltfattige luft, som han på forhånd havde vænnet sig til ved at sove i et såkaldt ilttelt.

»Jeg ’dør’ ikke lige så hurtigt«, forklarer Pál Joensen, der også har gavn af en lidt ændret teknik med noget længere armtag i en stadig energisk frekvens.

Pál Joensen bliver under alle omstændigheder den anden færøske OL-deltager efter roeren Katrin Olsen, der i Beijing for fire år siden sammen med Juliane Rasmussen opnåede en 7.-plads i letvægtsdoublesculler efter at have misset finalen med halvandet sekund.

Tað skal sigast, at eg havi eisini haft samskifti við føroyskar miðlar, fyri mánaðum síðani so at tey skuldu kenna kalendaran og mest áhugaverdu tiltøk (har eg pointeraði at Danish Open var ein avgerandi løta), og so aftur nú í stuttum viðmerkingum runt Danish Open. Skilji at okkurt kemur mánadagin, og at “vit skiltu tað sum at 1500 var tað mest spennandi”. Persónliga havi eg ikki so nógv at siga til tað, annað enn at ítróttur eftir mínum tykki er ítróttur meðan tað er ‘live’, og síðani søga.

Vit hava sum so ikki ein trupulleika longur við føroysku miðlunum, um vit lata verða við at vænta nakað av hasum fólkunum ið ongantíð hava viljað flutt eina Dag & Viku fyri svimjing, men sum nú máttu gera tað tí at X Factor var á skránni. Tokið koyrir, føroyska pressan stóð eftir á perrongini (sikkurt fult upptikin av at taka myndir av sær sjálvari saman við billett-automatini). Og nú ræður so um hjá restini av okkum at duga at nýta áhugan uttanífrá til at mynda Føroyar positivt, og kanska fáa nakað burtur úr eisini, so at projektið hjá Páli og restina av okkara dugnaligu svimjarum kann halda áfram.

Bara synd og skomm at tey ikki tímdu.

Ger viðmerking