Tórshavnar Kommuna fyrireikar 50 metra svimjihyl (!)

Mentamálanevndin í Tórshavnar Býráð hevur einmælt samtykt at fara undir eina svimjihøll við 50 metra hyli, sigur nevndarformaðurin Jógvan Arge. Nevndin samtykti at játta 500.000 krónur í 2012 til fyrstu fyrireikingarnar av høllinum, har ein kommunal bygginevnd í fyrsta umfari skal útvega byggiskrá og kostnaðarmeting. Støða er ikki tikin til var høllin skal byggjast; men Havnar Svimjifelag hevur av sínum eintingum víst á møguleikan at byggja hana við núverandi svimjihøll í Gundadali, og hetta uppskot verður nú partur av grundarlagnum fyri víðari arbeiðnum. Les meira her á Vágaportalinum.

Úr fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2012 (s. 103)

Sett verður í gongd arbeiði at fyrireika nýggjan 50 metra svimjihøll, sum lýkur altjóða krøv
og sum nøktar samlaða tørvin á svimjing bæði hjá íðkarum og almenninginum. Settar eru 5
mió kr. av til endamálið í 2012.

One thought on “Tórshavnar Kommuna fyrireikar 50 metra svimjihyl (!)”

  1. Beint brotinum um svimjihøll stendur:

    Arbeiðið at fyrireika altjóða golfvøll á Glyvurnesi fer í gongd. Í málinum er eisini spurningur
    um atgongd til lendið. Skulu Føroyar aftur verða vertur fyri Oyggjaleikum antin í 2019 ella
    2021, er neyðugt við golfvølli til 18 hol. Settar eru kr. 5 mió til endamálið í 2012.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.