Úrslit frá SuSvim-stevnuni 17. og 18. mars 2012

Viðfestur er úrslitalisti og -fílur frá BankNordik-stevnuni í Vági í gjár og í dag, fyri allar svimjarar og so masters eisini. Úrslitið var at Havnar Svimjifelag vann mest, 18 gull, 12 silvur og 7 bronsu, meðan SuSvim vann næstmest og Ægir triðmest. Millum allar svimjararnar vóru tey trý sum vunnu flest heiðursmerki, Poula Ø. Mohr og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag, við 4 gull, 1 silvur og 1 bronsu í part. Millum masters vóru Heri Mortensen og Anita R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag stóru heiðursmerkjaslúkarnir, við hvør sínum 3 gull í 3 kappingum.

Swim meet in Vági today

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Kappingin um heiðursmerki varð ein rættiliga javnur dystur ímillum Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag, við Ægir á einum fjarum men tó tryggum triðjaplássi. Gev tó gætur at tað sum heild virkaði sum um at hendan stevnan var ein ‘test-kapping’ hjá nógvum svimjarum, har teir ikki endiliga stillaðu í síni sterkastu grein, og har fleiri av teimum stóru profilunum eisini manglaðu.

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 18 12 7
SuSvim 16 16 8
Ægir 5 8 17
FLOT 1 2 1
Reysti 1
Tilsamans 40 38 34

DSC01138

Heiðursmerkjabýti millum feløg í opnu kappingini

Í tí vanliga, ‘opna’ bólkinum var úrslitið ein rættiliga nógv greiðari sigur til HS, har Poula Ø. Mohr, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr hálaðu hvør síni 4 gull til sín, og Bartal Hestoy eisini gjørdi ein vørr við 3 gullheiðursmerkjum.

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 18 12 6
SuSvim 9 9 6
Ægir 5 8 17
FLOT 1 2 1
Reysti 1
Tilsamans 33 31 31

DSC01141

Heiðursmerkjabýti millum feløg í masters-kappingini

Í masters-kappingini varð úrslitið ein nógv meira knúsandi sigur til Suðuroyar Svimjifelag, við bara einum skerdum HS sum mótstøðu. Gev tó gætur at heiðursmerkjabýtið hjá masters her ikki tekur hædd fyri at svimjararnir hoyra til ymiskar aldursbólkar, men heldur er at kalla ein ‘opin kapping fyri fólk yvir 25 ár’. Og at her heldur ikki er talan um tey heiðursmerki sum í veruleikanum vórðu givin í masters-bólkinum, tí tey vórðu roknað eftir einum heilt øðrum leisti, út í frá hvussu nær hvørt einstaka úrslit var í mun til heimsmetið í viðkomandi aldursbólki.

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 7 7 2
HS 1
Tilsamans 7 7 3

Young officials at the SuSvim masters meet

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar

Av tí at profilar sum Pál Joensen og Birita Debes sum sagt ikki luttóku á hesari stevnu, og at aðrir sum t.d. Turið S. Christiansen royndi seg í øðrum greinum enn sínum veruligu sergreinum, so varð heiðursmerkjabýtið (kanska tiltrongt) rættiliga javnt býtt millum nógvar svimjarar.

Svimjari (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Poula Ø. Mohr (1995), HS 4 1 1
Óli Mortensen (1996), HS 4 1 1
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim 4 1 1
Pauli Ø. Mohr (1991), HS 4 1
Bartal Hestoy (1992), HS 3 1
Heri Mortensen (1966), SuSvim 3
Anita R. Nysted (1973), SuSvim 3
Kristina Eliasen (1993), HS 2 2
Sólrun Kjærbo (1999), SuSvim 2 1
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 1 4
Markus Joensen (1996), HS 1 2 1
Jóhanna Egholm (1996), FLOT 1 2 1
Jón Hofgaard (1992), SuSvim 1 2
Heðin L. Olsen (1992), SuSvim 1 1 1
Jón Bjarnason (1970), SuSvim 1 1
Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Ægir 1 2
Cecilia Eysturdal (1996), Ægir 1 2
Tróndur Olsen (1992), Ægir 1 1
Eva Trygvadóttir (1996), Ægir 1 1
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim 1
Turið S. Christiansen (1996), Ægir 3 1
Johannes S. Nysted (1970), SuSvim 3
Anna Eidesgaard (1974), SuSvim 3
Bjarni M. Petersen (1992), Ægir 2 1
Victoria W. Eysturdal (1998), Ægir 2
Annika S. Olsen (1996), HS 2
Tummas J. Danielsen (1994), HS 1
Rutt Agnarsdóttir (1997), HS 1
Róland Toftum (1998), SuSvim 1
Hjarnar Randrup (1997), SuSvim 1
Beinta P. Debes (1997), HS 1
Alvi Hjelm (1996), Ægir 3
Pætur Leo (1997), SuSvim 2
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir 2
Torkil Poulsen (1999), Reysti 1
Steinar á Torgarði (1998), Ægir 1
Signhild Joensen (2000), Ægir 1
Sigmund Mørkøre (1995), Ægir 1
Rókur í Jákupsstovu (1971), SuSvim 1
Lív E. Eidesgaard (1999), SuSvim 1
Jon Hestoy (1959), HS 1
Høgni Simonsen (1995), SuSvim 1
Haakon Leo (1972), SuSvim 1
Bjørk Svabo Róadóttir (1997), HS 1
Birni Sigvardsen (1999), HS 1
Tilsamans 40 38 34

DSC01184

4 thoughts on “Úrslit frá SuSvim-stevnuni 17. og 18. mars 2012”

  1. Millum allar svimjararnar vóru tey trý sum vunnu flest heiðursmerki, Pouli Ø. Mohr hmmm , tað man vera Poula Ø. Mohr (1995), HS 😉 😀

  2. Hmmm er hetta ikki diskriminering, Anita R. Nysted vann eisini 3 gull. ikki so. Haldi eisini hon er ein av teimum stóru heiðursmerkjaslúkinum.

Ger viðmerking