Ian Thorpe kom ikki víðari í 100 frí

Ian Thorpe kom ikki víðari frá innleiðandi í 100 frí, og sostatt brast síðsta vónin hjá honum at luttaka í London í summar. Tíðin hjá Thorpe, 50.35, rak bert til eitt 21. pláss, 20/100 sekund frá eitt semifinalupláss. Thorpe sá ógvuliga skuffaður út, tá hann sá tíðina hjá sær, og tók sær so góðar stundir at koma upp úr hylinum, at næsta hitið bleiv blást í gongd, áðrenn hann var uppi á turrum. Les meira á theaustralian.com.au

One thought on “Ian Thorpe kom ikki víðari í 100 frí”

  1. Ian Thorpe ætlar at leggja sær nýggj mál innanfyri svimjing.

    “I’m still swimming. I hadn’t thought about it very much because I had planned to be swimming on in London, but I think now I’ll probably take a few days off and enjoy the competition and then sit down with a few people, Leigh Nugent and my coach Gennadi (Touretski) and work out what is next, work out what the next preparation will be and what competition will be next.”

    Les meira á watoday.com.au

Ger viðmerking