Thorpe fær vánalig odds áðrenn úrtøkustevnu

Ian Thorpe skal royna at kvalifisera seg til OL komandi vikuskifti í Adelaide, Avstralia. Men útlitini eru ikki góð ífylgi spælistøðum.

Spæl Ja Nei Spælistað
Klárar Thorpe at koma í 100 frí finalu? 8.00 1.05 www.tab.com.au
Klárar Thorpe at koma í 200 frí finalu? 2.75 1.40 www.tab.com.au
Kvalifiserar Thorpe seg til OL? 2.60 1.45 www.sportsbet.com.au


Fyri einum mánað síðani vóru vónirnar betri.

Spæl Ja Nei Spælistað
Kvalifiserar Thorpe seg til OL? 1.16 4.50 tomwaterhouse.com

Thorpe skal svimja 200 frí innleiðandi komandi fríggjamorgun kl 10 lokala tíð. Tey eru íløtuni 10 1/2 tímar frammanfyri okkum, so eg fái tað til 23.30 hóskvøld hjá okkum í Føroyum. Tilmeldingartíðin hjá Thorpe er 1:50.79, ið er bert 18. besta tilmeldingartíð. Hann skal eftir øllum at døma svimja 2-3 sekund skjótari fyri at koma við stafettliðið í 4×200 frí.
100 frí sær út til at gerast uppaftur torførari hjá Thorpe. Har eigur hann 27. besta tilmeldingartíð (50.84). Innleiðandi í 100 frí verður sunnumorgun kl 10 lokala tíð, ella 23.30 leygarkvøld føroysk tíð.
Úrslitini verða at finna her.

2 thoughts on “Thorpe fær vánalig odds áðrenn úrtøkustevnu”

  1. Thorpe er víðari frá innleiðandi 200 frí við deilt 5. pláss. Tað var annars tætt í millum 5. og 12. pláss.

    1. Ryan Napoleon – 1:48.27
    2. Kyle Richardson – 1:48.57
    3. Kenrick Monk – 1:48.72
    4. Cameron McEvoy – 1:48.89
    5. David McKeon – 1:49.16
    6. Ian Thorpe – 1:49.16
    7. Nicholas Ffrost – 1:49.18
    8. Thomas Fraser-Holmes – 1:49.22
    9. Robert Hurley – 1:49.23
    10. Ned McKendry – 1:49.44
    11. Andrew McMillan – 1:49.50
    12. Tommaso D’Orsogna – 1:49.66

Ger viðmerking