Svimjararnir hoyra sínar splitt-tíðir í hylinum í London

Áhugavert ‘tweet’ her frá Elizabeth Simmonds, sum í gjár kvalifiseraði seg fyri Bretland til OL í 200 rygg. Regla SW 10.16Regla SW 10.16 hjá FINA sigur enn at “No pace-making shall be permitted, nor may any device be used or plan adopted which has that effect”, sum her í Føroyum ofta verður fylgd so væl at sjálvt vegg-ur í høllini verða sløkt, til at umganga at svimjararnir kunnu brúka tey. Men á stóru altjóða stevnunum vigar tørvurin at geva áskoðarum splitt-tíðir tyngri enn at risikera at svimjararnir eisini síggja tær … og nú fer tað eftir øllum at døma eitt stig longri.



Eg vildi hildið at man faktiskt kundi sagt at hatta er brot á FINA-reglunum, og at tíðirnar har á British Trials tí ikki kunnu brúkast, um tey virkuliga hava installerað serútgerð til at kunna geva svimjarum upplýsingar. Tí tað er væl lítil ivi um, at um hetta verður givið heilt leyst, so at svimjararnir t.d. kunnu hava eitt ur koyrandi í svimjibrillunum (sum faktiskt finst sum venjingarútgerð), og so at venjarin kann geva teimum leypandi upplýsingar t.d. við tráðleysum samtaluanleggi, so verða tíðirnar heilt sikkurt betri. Men persónliga haldi eg tó at soleiðis sum støðan nú einaferð er á teimum stóru stevnunum, við ógvusligum talvum og ljóðanleggum, so er tíðin kanska bara komin til at geva hesum leyst.

One thought on “Svimjararnir hoyra sínar splitt-tíðir í hylinum í London”

  1. Adlington sambært London24

    She said: “It was so bizarre. I’ve never been to a pool where you can hear the commentary.

    “On the turns you could proper hear your name and I was like ‘what’s going on?’ – I thought something had happened. I thought they were DQing us at the start. I’m not used to hearing people underwater.

    “It wasn’t a problem, I just wondered what was going on.

    “You could only hear it briefly, like when you turned.

    “As soon as you are breathing your ear is out so I could hear the buzz from the crowd so I didn’t really pay attention.”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.