Felagið hjá Magnus skiftir høvuðsvenjara í summar

Swimnews.dk hevur ‘breaking news‘ í morgun, at Mick Steen Nielsen fer frá sum høvuðsvenjari hjá VAT nú í summar, eftir at hava verið har síðani august 2008. Orsøkin er ikki kend, men skribenturin á SwimNews.dk er týðiligvís ógvuliga spyrjandi, um hví hetta verður kunngjørt nú, so stutt undan úttøkustevnuni Danish Open, við VAT sum eitt hitt sterkasta felagið í landinum. Svimjarar í VAT eru út yvir Magnus so navnframir svimjarar sum Mads Glæsner, Jacob Andkjær og Daniel Skaaning.

Ger viðmerking