Innbjóðing til Eysturoyarkappingina 2012

Viðfest er innbjóðing frá feløgunum í Eysturoynni, til eina svimjikapping fyri teir yngru svimjararnar í landinum, í Leirvík leygardagin hin 31. mars 2012. Kappingin er einans 16m teinar, og er hon fyri gentur til og við bólk 3 (2002) og dreingir til og við bólk 4 (2002). Allir luttakandi svimjarar fáa heiðursmerki handað, fyri at luttaka í kappingini má hvør svimjari gjalda 30 kr í luttøkugjaldi. Eftir kapping verður farið í Bóvlinghøllina í Leirvík, har møguleiki er at keypa pitsa og sodavatn fyri 50 kr. Sí annars innbjóðing.

The swim pool in Leirvík, Faroe Islands

Ger viðmerking