So er startlistin til Danish Open 2012 klárur

Um góðar 2 vikur verður fyrsta avgerðandi úttøkustevna hjá dønum (og føroyingum), um hvør sum sleppur til OL í London í summar. Úr Føroyum fara Pál Joensen og Magnus Jákupsson at luttaka har, báðir við fleiri styrkismetingum heilt ovarliga á startlistunum.

Danska OL-úttøkan er skipað á tann hátt, at tey verða ‘friðað’ sum klára kravtíð til OL á Danish Open hin 22. til 25. mars. So at skilja at um Pál og Mads til dømis tá hava klárað kravtíð til 1500 frí sum skjótastu svimjarar í ríkinum, so kunnu teir í frið og náðum venja tungt aftur fram ímóti London, líka mikið um onkur annar seinni skuldi svomið skjótari.

Restin kann so royna aftur á EM í svimjing, til at royna at kvalifisera seg í teimum plássum sum tá eru eftir. Pál hevur sum kunnugt longu kvalifiserað seg í 1500 frí, og skal tí regulert ‘svimjast av liðnum’ á Danish Open, av tveimum sum tá svimja skjótari enn hann gjørdi í Shanghai, um hann skal enda uttanfyri tey ‘friðaðu’.

Tað er sum kunnugt einki í vegin fyri at Magnus ella onkur annar føroyingur kann kvalifiserað seg til OL í London, nú á Danish Open ella á EM, um viðkomandi kann klára hørðu “A” kravtíðina frá FINA, og vera millum 2 teir skjótastu í greinini í øllum ríkisfelagsskapinum. Men krøvini eru hørð, og hasi ‘friðaðu’ verða so í øllum førum friðað, til at kunna slappa av og venja eftir Danish Open, heldur enn at hugsa um EM.

Føroyska luttøkan á Danish Open 2012

  • #1, 50 rygg harrar, Magnus Jákupsson 27.44 (nr 3 av 28)
  • #7, 400 frí harrar, Pál Joensen 3:48.57 (nr 2 av 18)
  • #9, 200 blandað harrar, Magnus Jákupsson 2:09.46 (nr 8 av 28)
  • #13, 100 rygg harrar, Magnus Jákupsson 58.03 (nr 4 av 33)
  • #15, 200 frí harrar, Pál Joensen 1:50.04 (nr 4 av 42)
  • #23, 100 firvald harrar, Magnus Jákupsson 56.06 (nr 11 av 41)
  • #29, 50 frí harrar, Magnus Jákupsson 23.89 (nr 7 av 29)
  • #31, 200 rygg harrar, Magnus Jákupsson 2:06.71 (nr 6 av 30)
  • #37, 1500 frí harrar, Pál Joensen 14:46.33 (nr 1 av 16)

4 thoughts on “So er startlistin til Danish Open 2012 klárur”

  1. Kapping #39 er 4×200 frí hjá monnum. Royna danir at seta tíð til OL? Og um so, skal Pál eisini luttaka?

    Hetta er tann einasta stafett kappingin á skránni.

    Á wikipedia stendur ein listi við londum undir 4×200 frí fyri OL 2012, har Suður Afrika er niðast sum nr 12. Hvis tíðin hjá Suður Afrika er tann, sum teir settu í Shanghai í fjør, so er hon 7:15.65.

    Danir (Søren Dahl, Jakob Andkjaer, Morten Klarskov og Daniel Skaaning) settu danskt met í 4×200 frí á stuttbana í november í fjør. Tíðin var 7:11.56. Danska metið á langbana frá 2009 er 7:25.76. Men Pál kann ikki seta donsk met, right? 😉 Annars er norðurlenska metið hjá svium 7:15.51, tá teir vunnu silvur í OL í Barcelona 1992.

    1. Gott sæð – eg royndi ’tilfeldigvís’ at leita eftir júst hasari kappingini í gjár, men yvirsá hana opinbart. Wildeboer greiddi frá hasum á Aqua Clinic í heyst … um 4 svimjarar eru nóg skjótir í 200 frí, so verður roynt eftir kravtíð í 4×200 frí eisini, og ja, har kann Pál væl verða ein av lyklapersónunum. Og tá verður tað fyrst ordiliga spennandi, tí tann tíðin verður nokk avgerandi fyri minst 1 av teimum sum ikki hava klárað OL-kravtíð enn, um viðkomandi sleppur við til OL ella ei.

      1. Frans er ikke langt vekk heldur. Stuttligt um Pál og Frans komu við í 4x200m 😉

        Og dreymastøðan er jú, Magnus, Pál og Frans hehe. 75% FAR 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.