Úrslit frá FLOT-stevnuni 3. mars 2012

Viðfestur er offisielli úrslitalistin frá FLOT-stevnuni í gjár, leygardagin hin 3. mars 2012. Úrslitið varð at Reysti vann greitt flest heiðursmerki, 17 gull, 12 silvur og 11 bronsur, meðan Ægir varð nummar 2 við 6 gull, 2 silvur og 4 bronsu, og HS nummar 3 við 4 gull, 5 silvur og 12 bronsu.

Reysti vann mest á FLOT-stevnuni 2012

(Eldru svimjararnir hjá Reysti)

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
Reysti 17 12 11
Ægir 6 2 5
HS 4 5 4
SuSvim 2 9 3
FLOT 2 3 6
Tilsamans 31 31 29

Mest vinnandi svimjari í yngra bólkinum var Jónas Hansen úr Reysti við 6 gullheiðursmerkjum og Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag við 3 gull og 2 silvur, og í eldra bólkinum Signhild Joensen úr Ægir við 4 gull og 1 silvur, og Rókur Trygvason úr Reysti við 4 gull.

DSC07780

(Yngru svimjararnir hjá Reysti, Jónas Hansen ytst til høgru)

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar

DSC07809

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.