Adolph Kiefer um týdningin av at kunna røra seg í vatni

Fyristillið tykkum, hann setti heimsmet sum 15 ára gamalur, vann gull á OL í Berlin í 1936, tá ið Hitler ráddi fyri borgum har. Segði nei takk til at fara til ‘audition’ at verða Tarzan fyri heldur at melda seg í US Navy og luttaka í 2. veraldarbardaga. Bygdi upp eina lívbjargingarskipan í sjóverjuni eftir at tey høvdu staðfest at fleiri har doyða av at drukna enn av kúlum, og stóð so sjálvur fyri at fáa 30,000 marinarar gjøgnum skipanina. Bygdi upp fyritøkuna Kiefer, sum er ein av teimum heilt stóru innan svimjiútgerð. Var við til at fáa fleiri svimjihyljar bygdar í Chicago, so at børn kundu læra at svimja.



Nú hevur hann sum 94 ára gamalur onkra sjúku sum ger at hann má sita í koyristóli, og hevur tó yvirskot og áræði til bæði at halda áfram at svimja, og at greiða okkum øllum frá hvussu týðandi sovorðin rørsla er, hjá teimum sum ikki kunnu so nógv annað. Hattin av fyri hesum gamla gubba.

Ger viðmerking