Pál ger veruliga Føroyar til nakað serligt

Danska svimjisambandið hevur í sínum nýggjasta tíðindabrævi tilvísing til hesa hagtalsviðgerð av HM í Shanghai í fjør, gjørd av Matt Hooper í World Swim Coaches Association, sum landsliðsvenjarin Paulus Wilderboer hevur sent teimum av hæddarlegu í Spania. Har eru áhugaverd dáta – men eitt sum fangar serliga mítt eyga, er listin yvir tær tjóðir sum rukku finalur, og tær sum ikki gjørdu.

Sun Yang and Pál Joensen before the Shanghai 2011 men's 800 freestyle

Pál rakk sum kunnugt finalu í báðum kappingum sum hann luttók í, og er tí einsamallur atvold til at Føroyar eru millum tær 37 av 178 tjóðum sum komu minst éina ferð í finalu. Av tjóðum sum ikki komu í finalu kunnu nevnast: Argentina, Belgia, Bulgaria, Kroatia, Cuba, Egyptaland, Estland & Letland, Finland, Ísland, India & Pakistan, Iran & Irak, Írland, Jamaica, Mexico, Paraguay, Filipsoyggjar, Portugal, Rumenia, Slovakia, Turkaland, Uruguay. Og 117 aðrar 🙂

2 thoughts on “Pál ger veruliga Føroyar til nakað serligt”

  1. Føroyar var tað einasta landi, sum hevði eins nógv finalupláss sum innleiðandi riðlar. Drew Gordon segði á sinni, at málið hjá týskarum í Budapest 2010, var at fáa allar sínar luttakarir víðari til semifinaluna:

    “The german team giving targets of getting into semifinals, and then trying to swim faster of making finals, they have all done that, they have all got 2nd swims, a few of them into finals. “

    Tað er kanska lættari hjá einum landi, sum hevur éin svimjara, at raka 100%, men “lætt” er tað neyvan. Flott av Pál at klára seg víðari í 800 og 1500 frí finaluna og síðani klára seg so væl har eisini.

    1. …og søguligt er tað eisini, at Pál samstundis kláraði OL-kravtíð. Søgulig úrslit í Shanghai – óansæð hvat Kringvarpið velur at halda. Sí kortið yvir lond, sum eiga svimjarar, ið hava klárað OL-kravtíðir. Her hava Rókur og eg hugt at, hvørjir topp-2 svimjarir í hvørjari grein, sum hava klára OL-kravtíðir til og við januar 2012. Also eitt kort yvir virtuel landslið.

      Sí størri kort á swimmersdaily.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.