Ægir-kvinnur settu eisini met í 4×50 blandað

Eitt sindur ketta upp úr høvdatrog her; men tær fýra Birita Debes, Eva Trygvadóttir, Astrið Foldarskarð og Cecilia Eysturdal settu altso eisini føroyskt met í 4×50 metra blandaðari liðsvimjing, tá ið tær á Ægir-stevnuni sunnudagin svumu teinin uppá tilsamans 2:00.20, har metið hjá Ægir frá FM fyri lið 2011 var 2:03.37. Niðanfyri er video av svimjingini, har Birita eisini setur føroyskt met í 50 rygg.

One thought on “Ægir-kvinnur settu eisini met í 4×50 blandað”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.