Svimjihallir kunnu spara milliónir við nýggjari hitaendurvinningartøkni

Serfrøðingar á danska Teknologisk Institut hava seinasta árið testað eina nýggja hitaendurvinningarskipan í langhylinum og vatnlandinum Vandhuset Park Vendia í Hjørring, og staðfesta sambært Ingeniøren at svimjihallir kunnu spara upp til 35% av orkunýtsluni til brúsuvatn, við at skifta til hesa tøkni. Ella umleið 100.000 krónur um árið, um høllin hevur 150.000 vitjanir um árið og éitt brúsubað kostar umleið 2 krónur.

Tøknin er rættiliga einføld, at brúkta vatnið frá brúsunum verður leitt framvið tí kalda vatninum sum fer til upphitingar, so at hetta nýggja vatnið fær hita frá tí sum er á veg út. Líknandi skipanir hava verið royndar fyrr, ið hava haft trupulleikar við lukti og stórum útreiðslum til viðlíkahald vegna at rørini typtust og líknand, men hetta nýggja skal vera betri, serliga ‘lukkað’ og við eini sjálvreinsandi funku.

»Vi installerede genvindingssystemerne og målerne 18. februar 2011 og allerede den 31. marts havde vi sparet energi, hvad der svarer til en reduktion af CO2-udledningen på ca. 3.000 kg. Billedligt talt svarer det til, hvad en gennemsnitsbil udleder på en køretur på ca. 3.500 km,« siger Ole Bisted.

Sovorðin nýggj endurvinningaranlegg eru nú fingin eisini til Viborg Svømmehal og Tingbjerg Svømmehal í Keypmannahavn, og líknandi verkætlanir eru eisini á veg í tveimum øðrum hallum eisini. Hon er løtt at byggja inn í verandi skipanir, og er sambært serfrøðingunum ein íløga sum sparir seg inn aftur uppá 3-5 ár, alt eftir hvussu vatnveitingarskipanirnar eru skipaðar í høllini.

Ger viðmerking