SSF á vitjan hjá FS í Fuglafirði

Á starvsnevndarfundi herfyri varð gjørt av at starvsnevndarlimir og svimjinevndarlimir hjá SSF fara á rundferð til feløgini, til at koma nærri feløgunum, tosa eitt sindur óformliga um ætlanirnar hjá SSF og fáa at vita meira um tankar og ynski hjá feløgunum í mun til Svimjisambandið. Í gjárkvøldið varð byrjað við vitjan hjá Fuglafjarðar Svimjifelag í Fuglafirði, har fundur fyrst var í umleið 1 tíma við nevndina, og síðani í 1 tíma við foreldur og onnur áhugaði.

SSF á fundi við FS í Fuglafirði

Fuglafjarðar Svimjifelag var eitt sindur í neyð í heyst, av tí at øll hin gamla nevndin ynskti at leggja frá sær, og onnur fólk tí skuldu finnast. Tey hava í hesi tíð mist onkrar av sínum bestu svimjarum, men hava fótað sær aftur við samstarvsavtalu við FLOT á Toftum um venjing av sínum fyrstaliðið, fyri síðani at fokusera uppá teir yngru svimjararnar har norðuri. Og tað gongur so ikki verri enn at tey enn hava eini 60 ungar svimjarar har norðuri, sum møta væl upp og hava ágrýtnar venjarar, so tað skal nokk ganga.

Tað sum mest varð umrøtt nú í gjárkvøldið, var sovorðið sum viðkom hesi yngstu. Venjaraútbúgving og lívbjargingar, økonomi og at kunna halda uppá svimjararnar so hvørt sum teir eldast. Tað vísti seg eisini at SSF hevði eina lúnska ætlan við einum stuttum hjálparfólkaskeiði inni í tímanum saman við foreldrunum, vónandi tó ikki verri enn at øll lærdu okkurt.

Næstu fundirnir verða eftir ætlan …

  • 13. februar – Reysti
  • 15. februar – FLOT
  • 22. februar – Ægir
  • 18. februar – SuSvim (má nokk flytast)
  • 29. februar – HS

Fundirnir verða allir eftir sama leisti, fyrst ein tími saman við nevndini, og síðani ein tími saman við foreldrunum.

One thought on “SSF á vitjan hjá FS í Fuglafirði”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.