Afturlit: 4×50 blandað í Køge Open 2008

Føroyingar vunnu bronsu í 4×50 blandað hjá kvinnum í bólkinum 13 ár og yngri. Liðið, Færøerne2, var Birita Debes, Poula Ø Mohr, Óluva Jacobsen og Jóhanna Egholm. Tíðin hjá teimum var 2:18.11. Í riðil 3 liggja tær á geil 3, meðan eitt annað lið hjá føroyingum, Færøerne3 (2:40.10), við Eyðbjørg Jacobsen, Fríðgerð Thomsen, Aimée Jacobsen og Eyðrið Hansen eru á geil 5.



Føroyingar høvdu tvey kvinnulið aftrat. Her er Færøerne1 við Jónfríð Hansen, Astrid Foldarskarð, Hildur á Fløtti og Katrin Jacobsen á geil 4. Tær blivu nr 6 í bólkinum 14 ár og eldri við tíðini 2:19.83.

Hitt liðið var Færøerne4 við Susan Jensen, Marta Ákadóttir, Joan Kristina í Jákupsstovu og Sunnleyg Eliasen. Tíðin hjá teimum var 2:43.16.

Hjá monnum var eitt føroyskt lið í bólkinum yvir 14 ár. Teir, Tróndur Olsen, Kjartan Petersen, Johan Hedinsson og Jóhan Hermann Slættalíð, blivu nr 6 við tíðini 2:14.14. Í videobrotinum eru teir á geil 6.

One thought on “Afturlit: 4×50 blandað í Køge Open 2008”

  1. Færøerne4 við Susan Jensen, Marta Ákadóttir, Joan Kristina í Jákupsstovu og Sunnleyg Eliasen er lagt aftrat omanfyri.

Ger viðmerking