Afturlit: 100 frí í Køge Open 2008

Fyrsta brotið er av riðil 8 við Eyðbjørg og Joan Kristina á geil 2 og 3, og riðil 9 við Susan og Aimée á geil 1 og 3. Allar úr FLOT.

Síðani er eitt brot við Astrið Foldarskarð í riðil 19 á geil 5 og Birita Debes í riðil 20 á geil 6.

Síðsta brotið í 100 frí er við FS gentunum Poula Ø Mohr á geil 6 í riðil 24 og Hildur á Fløtti á geil 5 í riðil 25.

Birita kláraði seg best av føroyingunum við tíðini 1:05.40. Hon gjørdist nr 8 í bólkinum 12-13 ár. Hildur bleiv nr 6 í bólkinum 14-15 ár við tíðini 1:05.49. Poula bleiv nr 11 í bólkinum 12-13 ár við tíðini 1:05.68. Øll úrslitini hjá kvinnunum í 100 frí eru her.

Tróndur Olsen (FLOT) bleiv nr 9 í bólkinum 16-17 ár við tíðini 1:01.47.

One thought on “Afturlit: 100 frí í Køge Open 2008”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.