Suðuroy alir heimsmeistarar

Tíðindi frá 50m svimjihylinum í Vági

1. februar verður farið á rundferð í Suðuroynni at kunna um verkætlanina um fyrsta langhyl í Føroyum. Kunnandi fundir verða í Hvalba, á Tvøroyri, í Fámjin, í Hovi, í Porkeri, í Vági, í Lopra og í Sumba.

Hylurin startskamlar1

Á fundunum verður greitt frá verkætlanini, sum hevur stóran týdning fyri føroyska svimjing og fyri vælveruna hjá føroyingum sum heild. Ikki minst er talan um eina verkætlan, sum setur Suðuroynna á heimskortið, nú fyrst langhylur í Føroyum verður bygdur.

Í komandi viku verður meiri at frætta um hvar og nær oyggjafundir verða.

Ger viðmerking